Til forsíðu
Søga kommununar
Fá samband
Vinarbýir
Borgarstjórin
Býráðið
Starvsfólk
Øll tíðindi
Stórfingin konsert í mentanarhúsinum við trio úr Jerusalem týskvøldið 12. jan. kl. 19.00.Stórfingin konsert í mentanarhúsinum við trio úr Jerusalem týskvøldið 12. jan. kl. 19.00
08-01-2010
Trio Ir Shalem, JerusalemTónleikararnir í hesi trioini vóru allir sera væl kendir í sínum heimlondum, áðrenn teir fluttu til Ísrael. Afturat at spæla í trio virka teir allir sum solistar bæði í Ísrael og aðrastaðni. Trioin var stovnað í 1993 og hevur síðan tá regluliga havt konsertir í Ísrael og í øðrum londum. Repertoirið er stórt frá Haydn, Mozart, Rachmaninov, Ravel, Tchaikovsky, Shostakovich til nútímans ísraelskan tónleik. Í 2004 fekk trioin prísin “Benyamini” og apríl 2004 hevði hon konsert í París.

Limirnir í trio Is Shalem
Yuri Gluhovsky er føddur og uppvaksin í Ukraine. Hann hevur útbúgving frá musikkonservatoriinum í Gorki og varð aftaná lokna útbúgving lærari sama stað. Hann hevur spælt sum solistur við fleiri orkestrum. Hann vann sum solistur eina nationala tónleikarakapping í Ruslandi í 1989 og í 1990 sum fyrsti violinistur í einari strúkikvartet. Hann kom til Ísrael í 1991 og hevur síðan framført sum solistur og sum kamartónleikari í Ísrael og aðrastaðni. Síðan 2004 hevur hann verið konsertmeistari í Jerusalem Symfoniorkestrinum.

Alexander Sinelnikov hevur eina PhD-grad í framførslu á sello frá Rimsky-Korsakov Muskkonservatoriinum í St. Petersburg. Hann var eisini lærari sama stað og limur í Philharmoniska Orkestrinum í St. Petersburg. Hann kom til Ísrael í 1990, varð limur í kamarorkestrinum “Solanei ha Galil” (Galelei Solistarnir) og nøkur ár seinni í Ísraelska Camerata Orkestrinum í Jerusalem sum ein av 1. cellospælarunum. Hann hevur ferðast um alt Ísrael bæði sum orkesturleikari og sum solistur.

Gabriela Talroze – fekk prógv frá Rimsky-Korsakov Akademiinum í tónleiki í St. Petersburg. Aftaná próvtøkuna varð hon læarari sama stað. Áðrenn hon immigreraði til Ísrael í 1990, hevði Gabriela framført við Filharmoniska Orkestrinum í St. Petersborg. Í Ísrael hevur hon spælt saman við Jerusalem Symfoniorkestrinum og í ymiskum kamarorkestrum. Gabriela gevur frálæru í klaver og kamartónleiki á Musikkonservatoriinum í Jerusalem.

Skrá

W.A.Mozart - Trio in C-major K.V.548

Allegro - Andante cantabile - Allegro

Sergei Rachmaninoff-Elegiac Trio n.1 in g-minor (0ne movement)

Peter Brainer-Jazz Trio "To Dear Mr.Bach on His Birthday"
Preludio - Loure - Gavotte - Menuet - Bouree
Johannes Brahms-Trio No.3 op.101 in c-minor
Allegro energico - Presto non assai - Andante gracioso - Allegro molto
 
 

Lagt út mikudag, 25-08-2010

Býráðsfundurin 26. august er avlýstur

Sagt verður frá, at Býráðsfundurin tann 26. august er avlýstur.

Tiltøk
SEPTEMBER 2010
    12345
6789101112
13141516171819
20212223242526
27282930      
Telefonnr.Leið 410vevm. havn
vevm. brunnarvevm. bátahylurbýráðsfundir
FUGLAFJARÐAR KOMMUNA  ·  ENNIVEGUR 38  ·  TLF. +298 737700  ·  FAX +298 444657  ·  INFO@FUGLAFJORDUR.FO